Kiwanis stuðlar innandura barnaróðri

Kiwanis stuðlar innandura barnaróðri


Vælgerandi felagsskapurin, Kiwanis Tórshavn, hevur gjørt av at vera høvuðsstuðul í sambandi við eina innandura róðrarkapping fyri næmingum í 6. og 7. flokki, sum Róðrarsamband Føroya skipar fyri í Hoyvík mánadagin 1. mai.
Kiwanis Tórshavn, ið hevur sum endamál at stuðla børnum, barnafamiljum og tiltøkum børnum at frama, hevur gjørt av at vera høvuðsstuðul hjá Róðrarsambandi Føroya, ið skipar fyri eini innandura róðrarkapping fyri 6. og 7. floks næmingum í Føroyum.
Kappingin, ið hevur fingið heitið “Kiwanis Róðrar-Kupp 2017”, hevur sum endamál at fáa tey ungu at røra seg likamliga, óansæð um tey íðka ítrótt ella ikki. Rógving krevur ikki nakrar ávísar ítróttarligar førleikar, og tí er tað ein upplagdur møguleiki fyri, at øll kunnu vera við uttan mun til, hvussu góð ella minni góð viðføddu ítróttarligu evnini eru.
– Vit í Róðrarsambandi Føroya gera 

hetta bæði tí, at vit vilja fremja og framtíðartryggja føroyska rógving, og tí vit meina, at tjóðarítrótt okkara eigur at vera ein natúrligur partur av skúlanum. Ein ikki minni týdningarmikil orsøk er, at hetta er eitt gott og heilsufremjandi tiltak fyri tey ungu, sigur Karlot Hergeirsson, kappingarleiðari í Róðrarsambandi Føroya.
Róðrarsambandið sendi í januar í ár undirvísingartilfar út til skúlanar, sum síðani er nýtt í ítróttarundivísingini, og hæddarpunktið í hesum verður “Kiwanis Róðrar-Kupp 2017” í høllini í Skúlanum við Løgmannabreyt mánadagin 1.mai.
– Ein stórur trupulleiki í dag er, at børn røra seg ov lítið, tí tey sita so nógv. Í skúlanum mugu tey gera tað, tí tey av góðum grundum skulu fylgja við í floksundirvísingini. Trupulleikin er bara, at hetta í stóran mun eisini er galdandi í frítíðini, tá teldan, teldlar og snildtelefonir taka yvir. Sostatt er likamliga rørslan hjá nógvum børnum og ungum rættiliga avmarkað. Vit halda tí hetta vera eitt frálíkt átak hjá Róðrarsambandi Føroya, sum felagsskapur okkara fegin vil stuðla. Fremsta endamálið hjá Kiwanis er júst er stuðla átøkum, sum eru børnum at frama, sigur Kári Mikkelsen, forseti í Kiwanis Tórshavn.
Á hvørjum ári letur Kiwanis Tórshavn peningagávur til vælgerandi endamál og hevur millum annað stuðlað eini spælistovu á Landssjúkahúsinum, Hotel Tórshavn í Keypmannahavn, Sjómansheiminum Ørkini í Reykjavík, Javna, Háskúlanum, Frelsunarherinum í Vági, Barnaheiminum og mongum, mongum øðrum vælgerandi endamálum.
Peningurin til hjálpararbeiðið hjá Kiwanis Tórshavn stavar frá jólatræssølu í Havn í desember, eins og lutaseðlasølu á Ólavsøku, har høvuðsvinningurin er ein føroyskur bátur. Sostatt eru øll tey, sum antin keypa jólatræ ella lutaseðlar frá Kiwanis, við til at stuðla hjálpararbeiðinum hjá felagsskapinum.
Tveir aðrir Kiwanis-felagsskapir eru í Føroyum. Tað eru Kiwanis Rósan í Havn, og Kiwanis Eysturoy, sum hevur heimstað í Gøtu. Orðið “kiwanis” stavar úr indianskum máli og merkir “vit byggja.”
Kiwanis Róðrar-Kupp 2017 byrjar mánamorgunin 1. mai klokkan 09.00 í høllini í Skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík. Har fara 277 næmingar at dystast í hesi fyrstu kappingini av sínum slagi. Ætlanin er, at Kiwanis Róðrar-Kupp skal vera eitt afturvendandi tiltak á hvørjum ári.
Um tit ynskja at vita meira um tiltakið, kunnu tit ringja til Karlot Hergeirsson, kappingarleiðara í Róðrarsambandi Føroya, tlf. 219580.
 
Vinarliga
Róðrarsamband Føroya
og Kiwanis Tórshavn