Kiwanisklúbburinn Tórshavn styrkir.

Kiwanisklúbburinn Tórshavn styrkir.


Samkvæmt samtali Umdæmisstjóra við  Bjöghéðin svæðisstjóra í Færeyjum  rétt í þessu var Kiwanisklúbburinn Tórshavn að veita styrk að upphæð 230.000- Færeyskar krónur sem er að upphæð yfir fimm miljónir íslenskra króna .
Þeir eru öflugir félagar og frændur okkar í Færeyjum, til hamingju með þetta.
Á sjálvum barnarættardegnum í gjár handaði Kiwanis Tórshavn 230.000 krónur til vælgerðandi felagsskapir, sum gera eitt stórt og gott arbeiði á hvør sínum øki, ið millum annað eru børnum og ungum at frama.
Orð: Kári Mikkelsen?Myndir: Hilbert Elisson 
Teir tríggir felagsskapirnir, Krabbameinsfelagið, Fountain House Grunnurin og Ítróttarsambandið fyri Brekað, ÍSB, fingu hvør sína peningagávu frá Kiwanis Tórshavn fyri teirra stóra og munagóða arbeiði, sum tey gera á hvør sínum týdningarmikla øki.
Krabbameinsfelagið, ið arbeiðir fyri krabbarakt og avvarðandi teirra, fekk handað ein kekk á 100.000 krónur.
Somu upphædd fekk Fountain House Grunnurin, ið arbeiðir fyri at fáa bygt eitt hús til ung fólk við sálarligum trupulleikum, sum kunnu vera í vanda fyri at taka sítt egna lív.
Triðja gávan frá Kiwanis Tórshavn fór til ÍSB, ið arbeiðir fyri best møguligum umstøðum at íðka ítrótt hjá fólki við breki. Hendan gávan er oyramerkt til tvær serútgjørdar súkklur, ið kosta umleið 30.000 krónur at útvega.
- Eg havi næstan ikki orð fyri, hvussu takksom vit eru. Hetta er ein viðurkenning av okkara arbeiði, sum í stóran mun verður gjørt av sjálvbodnum. Okkara fremsta uppgáva er at vera talirør hjá teimum, sum eru rakt av krabba. Bæði teimum sjúku og teirra avvarðandi, segði Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari í Krabbameinsfelagnum, tá hon fekk handað kekkin.
Gávan til Krabbameinsfelagið er oyramerkt arbeiði fyri krabbarakt børn og familjur teirra.
- Vit vita tað, at umstøðurnar á Eirargarði ikki eru serliga góðar til ung fólk við sálarligum trupulleikum. Tí er stórur tørvur á hesum húsinum, segði Mortan Rasmussen, nevndalimur í Fountain House Grunninum.
Hann vísti á, at í fíggjarlógaruppskotinum hjá Løgtinginum eru av settar tvær mió. krónur, men tað er til rakstur av komandi húsinum og ikki bygging. Tí er tørvur á at savna inn pening, so farast kann undir at byggja.
- Vit hava brúk fyri einum húsi, ið er fleksibult og brúkarastýrt, og slíkar umstøður eru ikki á Eirargarði, segði Súsanna Winther Poulsen, ið somuleiðis er nevndalimur í Foutain House Grunninum.
Súsanna vísti á, at fyrsta húsið av slíkum slagi kom í New York longu í 1940.
Tróndur Ravnsfjall, ið er ítróttarráðgevi hjá ÍSB, fegnaðist somuleiðis um gávukekkin til felagsskapin.
- Hetta verður ein góð hjálp hjá fólk við breki, tá tey millum annað fyrireika seg til kappingar uttanlands, sum tey altíð gleða seg so ómetaliga nógv til, segði Tróndur Ravnsfjall.
Kiwanis, ið hevur sum høvuðsendamál at betra um umstøðurnar hjá børnum í Føroyum, letur javnan gávur, ið fyrst og fremst koma frá árligu jólatræðssøluni og frá einum føroyskum báti, sum á hvørjum ári verður lutaður burtur á Ólavsøku.
Felagsskapurin hevur millum annað latið pening til Javna, spælistovu á Landssjúkahúsinum, Hotel Tórshavn í Keypmannahavn og Sjómansheimið Ørkina í Reykjavík. Ein annar partur av hjálpararbeiðinum er at stuðla familjum við faðir- ella móðirleysum børnum.
Orðið “kiwanis” stavar úr indianskum máli og merkir “vit byggja”. Umframt Kiwais Tórshavn eru tveir aðrir felagsskapir í Føroyum. Tað eru Kiwanis Rósan í Havn, ið er fyri kvinnur, og Kiwanis Eysturoy, sum liggur í Gøtu.