Føroya-økinum

Føroya-økinum


Við hesum skal eg fráboða tykkum tað nýggjasta sum hendir er í Føroya-økinum. Kiwanis Rósan er farin undir ein nýggjan hátt at fáa pengar til vega.
Í fleiri ár hevur Rósan havt eina lutaseðlasølu, men í ár eru vit farin undir eina SMS- sølu. Tað fyrigongur á tann hátt at fólk senda ein SMS á KR-1919, tað kostar teimum kr. 20,00 + SMS kostnað...tá kappingin hevur koyrt 8 vikur verður ein vinnari trektur, ið so vinnur eina ferð til Danmarkar við uppihaldi eina vikur fyri 2 vaksin og tvey børn.
Kiwanis Rósan er sera spent uppá hvussu hetta fer at hilnast og vóna vit at fáa nógvar pengar inn.
SMS-sølan kann síggjast á portal www.torshavn.fo og kemur seinni eisini inn á www.vagaportal.fo
 
Bestu heilsur og gleðiligt summar
 
Elin Joensen
Økisstjóri Føroyaøki