Frá Færeyjum

Frá Færeyjum

  • 03.01.2010

Kiwanis-felagsskapurin í Havn hevur keypt 3 Petra-súkklur. Tær eru partur av nýggju ítróttagreinini racerunning, ið ÍSB hevur sett sær fyri at royna. Tað var formaðurin í Kiwanis, Torkil Skála, ið handaði súkklurnar til formannin í ÍSB, Jógvan Jensen. Jógvan nýtti høvið at takka Kiwanis-felagskapinum fyri at gera tað møguligt at íðka racerunning í Føroyum.

So sluppu ítróttafólkini at royna hesar nýggju og spennandi súkklurnar.
Tað eru tey trý: Astrid M. Jakobsen úr Havn, John Heri Johansen úr Klaksvík og Julia Petersen av Toftum, íð fáa súkklurnar til láns.

Súkklurnar skulu stillast til brúkaran, tí var gott, at Meibritt Djurhuus var við henda dagin. Meibritt hevur verið á skeiði í Danmark, har hon hevur lært um súkkluna og íróttagreinina racerunning.

Racerunning byrjaði við petrasúkkluni í 1989 í Danmark, og er ætlað fólki við niðursettum førleika. Tað eru serliga tey við CP og javnvágstrupulleikum, ið hava gleði av súkkluni.

Petrasúkklan hevur trý hjól, eitt framman og tvey aftan. Íðkarin situr á einum saðili og fær ferð við at seta fótin í jørðina. Ongar pedalur eru á súkkluni, t.v.s. at fólk við niðursettum førleika saktans kunnu fáa ferð á eina tílíka súkklu. Eingin avmarking er viðvíkjandi aldri, tí súkklurnar finnast í ymiskum støddum. Rennibreytin er karmur um venjingina, tí har er besta undirlagið til súkkluna. Í Føroyum ber til at venja á Tórsbreyt og á Svangaskarði.

ÍSB vónar, at ítróttagreinin fær góða undirtøku í Føroyum, so vit kunnu fáa enn fleiri súkklur heim. Og ætlanin er eisini at skipa fyri kappingum í racerunning.

Áhugað kunnu seta seg í samband við ÍSB til 31 75 79 ella isb@isb.fo

Tórður Mikkelsen var við myndatólinum á Tórsbreyt henda dagin. Innslagið, sum var víst í 3-2 mánakvøldið 14. desember, er eisini at síggja á heimasíðuni hjá Kringvarpinum

Myndir frá tiltakinum eru at síggja her